Kl 15:20 kom Brimil út til Klevstrand. Brestir, sum hevði fylgt Klevstrand inneftir, var tá leysgivin. Somuleiðis er tyrlan hjá Arktis Kommando leysgivin og sama er við tyrluni hjá Atlantic. Klevstrand og Brimil verða væntandi á Fuglafirði einaferð fyrrapartin í morgin. Støðan umborð er stabil, upplýsti MRCC Tórshavn seinnapartin.
Tað var stutt fyri klokkan sjey í morgun, at MRCC fekk eitt neyðarkall frá danska farmaskipinum, Klevstrand, sum var statt einar 100 fjórðingar norður vestur úr Mykinesi. Veðrið var vánaligt og skipið hevði fingið sjógv í maskinrúmið og tey mistu streymin. Fyrst var støðan so ring, at ætlanin var at fáa manningina av skipinum, men tað batnaði og tey fingu tamarhald á støðuni, so manningin varð verandi umborð.