Løgreglan sigur í kvøld, at tað tók bert níggju minuttir frá tí, at bjargingartyrlan fór úr Klaksvík, til øll tey seks fólkini, sum høvdu gingið seg í óføri í Kunoy, vóru komin trygt upp í tyrluna.
- Vit vildu tryggja okkum, at tey seks fólkini, sum høvdu gingið í Kunoy í einar tíggju tímar í dag, komu heim aftur, áðrenn myrkur legðist á. Tí varð bjargingartyrlan boðsend.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur í kvøld, at onkur av teimum, sum í dag vóru farin í fjøllini í Kunoy, búgva í Føroyum og onnur, sum við vóru, vóru hugsandi gestir hjá hesum.
- Eg veit ikki við vissu, um øll vóru danir, men nakrir danir vóru so í øllum førum eisini við á ferðini í Kunoy og endaðu í tyrluni aftur í Klaksvík, har onkur av teimum býr.
Vaktleiðarin sigur, at teir gjørdu sum so ikki nakað serligt fyri at staðfesta identitetin hjá teimum øllum, men hildu seg meira til tey, sum samband var við, meðan bjargingararbeiðið fór fram.
- Bjargingartyrlan setti seg í Kunoy á leiðini, har fólkini vórðu stødd, og tað tók ítla og onga tíð at fáa tey øll upp í tyrluna og til Klaksvíkar, har í øllum førum ein teirra fór til kanningar, sigur vaktleiðarin.