Tað er fastur táttur, at tá farið er at líða nakað út á heysti, so verður samlaða landskappingin eftirmett av Fótbóltssambandinum og feløgunum. Eftirmetingin av kvinnukappingini var longu fyri tveimum vikum síðani, og nú er tað so restin av fótbóltinum, sum stendur fyri tørni.
Í kvøld klokkan 18 møtast umboð fyri feløgini við umboð fyri Fótbóltssambandið í FSF-húsinum at skifta orð um kappingina hjá teimum yngru deildunum í farna fótbóltsárinum, og eisini verða skift orð um framtíðarætlanir. Væntandi varir hesin fundurin í einar tríggjar tímar.
So er tað eftirmetingin av hægru deildunum hjá monnum, ið stendur á skránni seinnapartin í morgin, klokkan 13, somuleiðis í FSF-húsinum. Bæði lands- og steypakappingin verða eftirmettar, og so verða eitt nú dystardagar fyri komandi kappingarár lagdir fram, umframt at tosað verður um framtíðarætlanir.
Feløgini kunnu senda trý umboð hvør til fundin, men Fótbóltssambandið mælir til, at talan verður um annaðhvørt formann ella næstformann, høvuðsvenjara ella hjálparvenjara, umframt eitt umboð aftrat frá felagnum.
Dómarar og eygleiðarar hava eisini sína eftirmeting í FSF-húsinum í morgin og teirra fundur byrjar klokkan 14.