Eftir jólini kemur kuldin

Fleiri brúgvaløg við regni og vindi koma komandi dagarnar inn yvir Føroyar av suðri og útsynningi. Týsdagin væntast eitt rættiliga djúpt lágtrýst at fara framvið beint vestan fyri Føroyar. Jólaaftan nærkast eitt stormlágtrýst Føroyum og fer síðani víðari í ein landnyrðing. Eftir lágtrýstið streymar køld luft við kavaælum móti oyggjunum av norði og útnyrðingi.

 

Sunnudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 8 til 13 m/s, fyrrapartin hvassur vindur, 15 m/s, um kvøldið makar hann vindin og verður lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og ælaveður og út á dagin skýggjað og regn. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 10 stig. Um náttina okkurt ælið og stundum klárt. Vindurin makar nakað niður í gul til stívt andøvsgul av ymsum ættum, 5 til 10 m/s. Hitin um 5 stig.

 

Mánadagin verður upp í stívt andøvsgul av ymsum ættum, 5 til 10 m/s. Tað verður skýggjað og regn av útsynningi, seinni ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig. UM kvøldið verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, sum snarar í ein vestan, 8 til 13 m/s og út á náttina frískar hann vindin aftur upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin um 5 stig.

 

Týsdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein útsynning. Skýggjað og nógv regn, seinni klárar í, kortini okkurt ælið og hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin niður í 3 stig.

 

Tollaksmessudagnverður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum út á dagin makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Sólglottar og okkurt ælið. Hitin millum 3 og 7 stig. Um náttina verður fyrst gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, seinni øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s Skýggjað og ælaveður, møguliga við heglingi. Hitin millum 1 og 6 stig.

 

Jólaaftan verður strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, og møguliga harðar hvirlur. Seinni verður óróligari av ymsum ættum, upp í 13 m/s, men út á dagin strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðingi, aftur við hvøssum hvirlum. Samdrigið og yvirhøvur regn. Hitin millum 3 og 8 stig. Jólaaftan makar hann aftur vindin og jólanátt verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Ælaveður og sum frá líður kavaæl og hitin verður um frostmarkið.

 

1. jóladag verður gul til stívt andøvsgul av norðri, sum snarar í ein landsynning og eystan, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum frostmarkið og fimm hitastig. Um kvøldið ætlar hann vindin upp í strúk í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 18 m/s, við nógvum kava og kavaroki. Sum náttin líður verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s og tað klárar nakað í, tó við kavaælum. Hitin millum frostmarkið og fimm kuldastig.