Eftir føroyskum ynski

Forsætisráðharrin boðaði í setanarrøðu síni í Fólkatinginum frá, at arbeitt verður við yvirtøkum eftir føroyskum ynski. Tað dámar løgmanni væl

 

Setanarrøða


Arbeitt verður miðvíst og konstruktivt fram í móti, at føroyingar yvirtaka fleiri nýggj málsøki. Hetta verður gjørt eftir ynski frá føroyingum, segði Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, millum annað, tá Fólkatingið varð sett týsdagin.

?Tað er hugaligt at staðfesta, at arbeiðið skal gerast soleiðis, sum vit vilja hava tað gjørt, sigur løgmaður. Øðrvísi ber ikki til at skilja røðuna hjá forsætisráðharranum, sigur hann.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, heldur ikki nakað nýtt ella órógvanddi vera í tí, forsætisráðharrin segði í setanarrøðu síni.

?Hatta er bara tað, sum avtalað er millum stjórnina og landsstýrið, sigur hann.

Løgmaður sigur, at tað sjálvndi er greitt, at tá talan verður um yvirtøkur, skulu lógarbroytingar til. Soleiðis hevur tað altíð verið.

Tá vit nú tosa um at yvirtaka rættarmálini, skal danska rættargangslógin setast úr gildi í Føroyum, og ein nýggj, føroysk lóggáva gerast og setast í gildi í staðin.

Nógvir tænastumenn skulu eisini yvirtakast, tá tann tíð kemur, og eisini tað skal gerast við lóg, vísir løgmaður á.

Landstýrið hevur samtykt at fara undir hatta arbeiðið, og tað er so tað, forsætisráðharrin nú staðfestir, vísir løgmaður á. Hvussu tað verður gjørt í smálutum, dugir løgmaður ikki at siga beint nú, men slær tó fast, at tað verður ikki farið út í nakað stríð um smálutir.