Eftir bókini

Oddaliðið í landskappingini hjá monnum, var sunnudagin og vitjaði botnliðið úr Runavík, og úrslitið gjørdist, sum fólk flest høvdu væntað

Tjaldur-VÍF 24-33

(11-16)


Tað gjørdist eingin endurtøka av »næstan sensatiónini«, tá VÍF vitjaði inni í Runavíkini. Úrslitið gjørdist ein greiður sigur til vestmenningar, og var hetta nokk heldur ikki meira enn væntað.

Onkuntíð hava oddaliðini kanska havt dekan ov góðan hug at sovna, tá dysir hava verið móti botnliðunum, men hesu ferð datt VÍF ongantíð í tað grøvina.


Rógvi við aftur

Teir settu seg nevnliga beinan vegin á dystin sunnudagin, og tá tíggju minuttir vóru leiktir, var munurin longu seks mál.

Eftir hetta tóku teir sær meira av løttum, men spennandi gjørdist dysturin ongantíð, til tess var munurin millum liðini alt ov stórur.

Mest merkisverda hendingin í dystinum var, at Rógvi Nielsen nú er aftur á vøllinum, eftir at hann hevur verið skaddur alt kappingarárið.

Ivaleyst ein hugalig staðfesting hjá vestmenningum, sum hava havt sítt at dragast við, hvat skaðum viðvíkur.


Aftur leysir í toppinum

Við sigrinum løgdu vestmenningar seg aftur tvey stig fram um Neistan og StÍF, men vestmenningar hava tó leikt fleiri dystir enn hesi bæði liðini.

Betur man tó vera at hava fingið stigini í posan, og megnar Kyndil at leggja fót fyri Neistanum týsdagin, munnu gullvónirnar hjá vestmenningum kanska gerast nakað bjartari.

Enn er tó einki avgjørt í so máta, men í øllum førum er líkt til, at vinnarin av landskappingini í ár, helst skal vinna sær væl meira enn tey 25 stigini, sum StÍF hevði seinasta ár.

Líkt er í øllum førum til, at tey fýra ovastu liðini øll fara at fáa 18 stig burtur úr dystunum móti niðaru liðunum, og so er spurningurin, hvussu gongst í innanhýsis dystunum millum toppliðini.

Her hava Vestmenningar longu tapt tvær ferðir í endaspælinum, og eftir øllum at døma, skulu teir ikki missa serliga nógv afturat, um teir ætla sær enda ovastir.

Vanliga verður tikið til, at tað er kalt uppi á toppinum, men hetta orðafelli kann í øllum førum ikki nýtast um kappingina hjá monnum hetta kappingarárið, tí líkt er til, at tað verður alt annað kalt á toppinum, tá avgerandi dystirnir skulu avgreiðast komandi góða mánaðin.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Tjaldur: Sverri Justinussen 9 (3), Ragnar Olsen 4, Elias Hansen 4, Arnfinn Langgaard 2, Jón S. Gleðisheygg 2, Súni Fr. Johannesen 2, Áki Hansen 1

VÍF: Sámal Joensen 7, Martin Hummeland 7, Ingi Olsen 6 (1), Agnar Joensen 5 (1), Harald Bjørgvin 3, Johnny Joensen 3, Rógvi Nielsen 1, Petur Fr. Joensen 1

Brotskøst:

Tjaldur 3, VÍF 3

Útvísingar:

Tjaldur 2, VÍF 1

Dómarar úr Neistanum:

Hjalmar Petersen og Kristian Johansen