EFTA heldur enn ES

- Vit hava sendistovu í Brüsselles, og eru í leypandi kontakt við hana. Bæði Anfinn Kallsberg sum løgmaður, og aftur Jóannes Eidesgaard sum løgmaður og nú seinast Tórbjørn Jacobsen sum fiskimálaráðharri hava sett spurningin um føroyskan ES-limaskap fram, og allar trðíggjar ferðirnar hevur svarið verið tað sama: Tað kemur ikki upp á tal at føroyingar sjálvir sleppa at umsita fiskivinnumál í einum møguligum føroysku ES-limaskapi, sigur Jørgen Niclasen

Viðvíkjandi sjálvbjargni segði formaðurin, at málið hjá Fólkaflokkinum er greitt.

- Vit skulu innan 2015 hava yvirtikið øll 21 málini, sum eru eftir at yvirtaka. Samgonguskjalið sigur, at væl meiri enn helvtin verða yvirtikin í hesum valskeiðinum, og tað verða bert fá málsøki eftir at yvirtaka, tá skeiðið er runnið, segði Jørgen Niclasen.

Hann vísti á, at gjørd er ein búskaparlig semja millum allar flokkarnar internt, at vit skulu vaksa okkum til sjálvbjargni

- Tað hevur nógv verið tosað um semjuna, vit hava gjørt við sambandið og javnaðin um at minka blokkin við 15% av reella búskaparvøkstrinum. Ført hevur verið fram, at tað fer at taka okkum 600 ár at gerast fíggjarliga leys av Danmark, og tí havi eg biðið Landsbankan rokna út, júst hvat hetta merkir, segði Jørgen Niclasen.

- Verður hugt 20 ár aftur í tíðina, og vøksturin hesi árini verður lagdur sum grund fyri útrokningunum, so merkir tað, at danski blokkstuðulin í 2031 er farin niður um 1% av BTÚ.

- Væl veit eg, at talan hevur verið um uppgangstíðir seinastu 20 árini, men vit hava so sanniliga eisini havt svárastu búskaparkreppu nakrantíð í júst hesum tíðarskeiði, segði Jørgen Niclasen.

Hann segði, at næsta samgonga sjálvandi kann regulera, hvussu stóran part vit nýta til sjálvbjargni, og hvussu stóran part vit nýta til vælferðina.

- Men hugsa vit okkum, at vit komandi valskeið nýta 50% av reella búskaparvøkstrinum, so verður danski blokkstuðulin burtur í 2019, segði Jørgen Niclasen.

 

Útilokað við serskipan

Sum uttanríkismálaráðharri umrøddi formaður Fólkafloksins sjálvandi eisini uttanríkismál, serliga við atliti til ES, nú tað kom undan kavi, at tað sambært Edmund Joensen hevur lítið upp á seg at fáa limaskap og serskipan fyri fiskivinnupolitikkin.

- Eg setti meg beinanvegin í samband við Brüssells. Vit hava alla tíðina fingið at vita, at føroyskur limaskapur er trupul, og at tað er púra útilokað, at føroyingar fáa undantaksloyvi til sjálvir at umsita fiskivinnuna. Og tað vóru júst somu boð, vit fingu hesaferð, segði Jørgen Niclasen.

Hann sigur víðari, at tíðindir í føroyskum miðlum beinanvegin liggja á borðinum hjá kommiserunum í Brüssells, og at tað var heilt týðiligt, at tað ørkymlaði niðri í ES.

- Váttað var, at ein døgurði hevði verið, har Edmund Joensen og Olli Rehn høvdu tosað saman, men at talan var um ein privatan døgurða, og at Olli Rehn á ongan hátt hevði svarað nakað upp á føroyskan limaskap og als ikki nakra serskipan fyri fiskivinnuna, heilt einfalt tí hetta ikki er nakað, sum hann hevur við at gera, segði Jørgen Niclasen.

Samgongan hevur sett sær fyri at fara eftir nøkrum, sum ber til at fáa, men ES er bara ein 10-partur av heimsins marknaðum, hóast hann er okkara størsti útflutningsmarknaður í løtuni

- Sum limir í ES høvdu vit avmarkað okkum í mun til víðari útflutning út í heim, tí fiskur er sensitiv vøra, so ein ES-limaskapur hevði forðað okkum at komið víðari út í heim, segði Jørgen Niclasen

Hann segði, at Fólkaflokkurin vil hava samskifti við allar partar, og frían flutning fyri vørur aftur og fram, frítt at fara fyri tænastur, frítt at fara fyri kapital og frítt at fara fyri arbeiðsmegi.

- Tað fáa vit alt við at gera eina avtalu um tey fýra frælsini,og tættari tilknýti í samband við útbúgving og heilsu, nakað sujm ES hevur gjørt við onnur lond. Og hetta er nakað, vit kunnu fáa, uttan at lata nakað aftur fyri, segði Jørgen Niclasen.

 

Brúka pengarnar rætt

Hann segði, at EFTA hevur sáttmálar við 20 ymisk lond, og at felagsskapurin samráðist við 18 onnur í løtuni.

- So vit kunnu læsa okkum føst í ES, ella velja kósina, sum samgongan hevur valt. Vit hava sitið í fýra vikur og vit skulu hava tey fýra frælsini í EFTA, sló Jørgen Niclasen fast.

Hann segði, at fíggjarliga verður neyðugt at tátta í, neyðugt at spara. Fingið er við í samgonguskjalið eitt skattastopp, skattalættarnir hava skapt eina velduga framgongd í samfelagnum, 240 mió í skattalætta seinastu fýra árini, skaptu ein vøkstur upp á eina milliard.

- Men nú er sambandsflokkurin hoppaður frá, so vit sluppu ikki longur har, men vit fingu í samgongusáttmálan eitt skattastopp, so skatturin verður ikki hækkaður, segði Jørgen Niclasen.

Men tað verður neyðugt at gjøgnumganga almenna sektorin.

- Vit hava fingið skattastopp og sjúkrakassagjaldið verður avtikið, men vit mugu gjøgnum almenna sektorin, gjøgnumganga alt so vit tryggja, at vit fáa sum mest fyri hvørja krónu. Í 2009 fara vit at gjøgnumganga almannamál, í 2010 skúla og mentan, og í 2011 vinnu og fiskivinnu, alt fyri at tryggja, at almennu pengarnir verða brúktir rætt, segði Jørgen Niclasen.