EFTA - fyri aðru ferð

Ynskja føroyingar at innlima Føroyar í EFTA? - Eftir at døma er okkara løgmaður hugaður fyri einum slíkum felagsskapi.

Heri Mohr


Frá Anders Fogh Rasmussen, statsministara, hevur hann fingið vita, at vit kunnu gerast eftaanarar, um vit fyrst yvirtaka ávís málsøki við neyðugari umsiting og annars tað, ið hetta kann innibera.
Í einari grein í Dimmalætting 5. í h.mð. hevur Daniel J. Thomsen, siviløkonomur, eina ser áhugaverda og upplýsandi grein, har hann m.a. spyr, hví vit skulu fara í EFTA. Hann kundi fyri tað spurt, hví vit skulu fara í EFTA - fyri aðru ferð?

Sum kunnugt varð EFTA (European Free Trade Assosiation) sett á stovn í 1960, - av teimum 10 EFTA-londunum (103 mió. íbúgv.) eru nú einans 4 lond (7 mió. íbúgv.) eftir -, og spurningurin um føroyskan limaskap varð fleiri ferðir viðgjørdur á tingi, men ikki fyrr enn í 1967 samtykti eitt løgting, at heita á ríkisstýrið um fyri European Free Trade Association at vátta, at Føroyar gerast partur av fríhandilssamtakinum. Hetta innibar m.a., at ávísar inntøkulógir skuldu tillagast limaskapinum, og at Bruxelles nomenklatururin um tolltarifering skuldi setast í verk.

Við 6 ára limaskapi á baki fóru Føroyar úr EFTA, av tí at Danmark gjørdist limur av EF og tessvegna meldaði seg úr EFTA. Hetta innibar, at løgtingið í 1973 aftur noyddist at fremja broytingar í løgtingslógum, men mær vitandi er Bruxelles nomenklatururin framhaldandi støðið undir tolltariferingini.

Um tað veruliga er politiskur meirilutir fyri, at vit fyri aðru ferð skulu gerast limur av einari nú næstan anonymari EFTA-samgongu, er fryktandi fyri, at vit um fá ár fyri aðru ferð melda okkum úr einum felagsskapi, sum tykist at fána burtur.

Eini góð ráð: Við 6 ára royndum um EFTA-limaskap hava vit allar hugsandi møguleikar at gera álítandi metingar um fyrimunir og vansar við einum nýggjum EFTA-limaskapi.

Setið tí eina serkøna EFTA/EU nevnd við fylgjandi heimildum:
- Gjølla at kanna fyrimunir og vansar við einum møguligum nýggjum EFTA-limaskapi.
- Gjølla at kanna fyrimunir og vansar við einum møguligum EU-limaskapi.

Ein slík nevnd, sum sjálvandi bert kann setast við løgtingssamtykt, má hava heimild at fáa allar neyðugar upplýsingar og ráðføringar frá serfrøðingum í Noreg/Ísland og Danmark.
Treyðugt so, tað átti at verið gjørligt at funnið skikkað fólk til eina slíka mynstring.