-Uttan at gerast partur av EBS samstarvinum, síggi eg ikki stórvegis vinning í at gerast limur í EFTA. EBS avtalan er uttan iva tað berandi í EFTA í dag. Uttan hana er felagsskapurin lítið verdur.
Norski stórtingslimurin og næst formaðurin í uttanríkisnevndini í Stórtinginum, Inge Lønning, skilir ikki, at Føroyar ynska at gerast limur í EFTA, tá føroyingar ikki kunnu gerast partur av EBS samstarvinum.
-Parturin av EFTA, sum ikki fevnir um EBS samstarvið, vigar ómetaliga lítið politiskt. Eg skal ikki leggja meg út í føroyska ynskið um limaskap, tí tað er nakað tit sjálvir mugu gera av, men eg havi ringt við at fáa eyga á stórvegis fyrimunir at vera limur av EFTA uttan EBS samstarvið, sigur Inge Lønning.
Løgmaður Jóannes Eidesgaard hevur í samband við umrøðuna av føroyskum EFTA limaskapi fleiri ferðir gjørt vart við, at hóast Føroyar gerast limur í EFTA, kunnu vit ikki gerast partur av EBS samstarvinum.
Gerast Føroyar limur í EFTA, verða Føroyar formelt nevndar "Kongeriget Danmark på vegne af Færøerne" og tá Danmark eisini er limur í ES, kemur Danmark at sita báðumegin borðið, tí EBS er nevnliga heitið á eini búskaparligari samstarvsavtalu millum EFTA londini og ES.
Í stuttum fevnir avtalan um, at kapitalur, arbeiðsmegi, vørur og tænastur hava frítt at fara millum limalondini í ES og limalondini í EFTA. Umframt tey fýra frælsini fevnir EBS samstarvið um gransking, mentan og útbúgving.
Noreg, Ísland og Liktenstein eru í dag partur av EBS samstarvinum, meðan Sveis hevur valt at halda seg uttanfyri.
Svartskygdur
Stórtingslimurin hjá Høgra flokkinum, Inge Lønning, heldur ikki, at EFTA sum felagsskapur hevur nakra bjarta framtíð. Felagsskapurin livir í dag upp á yvirtíð, sum hann málber seg.
Inge Lønning væntar ikki, at fleiri limalond fara at leggjast afturat felagskapinum í framtíðini.
-Fyri nøkrum árum síðan var EFTA eitt alternativ til ES, men so er slettis ikki longur. Eg havi ótrúliga ringt við at fáa eyga á, at felagskapurin skal veksa í framtíðini. Møguliga fara lond sum Turkaland og onnur lond á Balkan, sum ynskja at gerast limir í ES, men sum uppnáa ES-krøvini , at leita sær til EFTA, men tað trúgvi eg lítið upp á, sigur Inge Lønning.
Áhugi
Inge Lønning sigur seg ikki hava hoyrt stórvegis føroysku ætlanina at gerast limur í EFTA. Hann væntar kortini, at Noregi í útgangsstøðinum eru áhugaðir at fáa Føroyar upp í felagsskapin.
Hann vísir á, at kemur ein umsókn úr Føroyum um limaskap, verður tað fyri fyrstu ferð, at ein tjóð, sum ikki hevur fullveldi, søkir um limaskap.
-Tá tit ikki hava fullveldi, eru tað óivað nakrar løgfrøðiligar forðingar, sum skulu fáast av vegnum, um limaskapurin skal gerast veruleiki. Fáa tit loyst hesar forðingar og fáa stuðul úr Danmark, eri eg fullvísur í, at Noreg vil stuðla eini føroyskari umsókn, sigur Inge Lønning.
Mynd
-Tá tit ikki hava fullveldi, eru tað óivað nakrar løgfrøðiligar forðingar, sum skulu fáast av vegnum, um limaskapurin í EFTA skal gerast veruleiki. Fáa tit loyst hesar forðingar og fáa stuðul úr Danmark, eri eg fullvísur í, at Noreg vil stuðla eini føroyskari umsókn, sigur Inge Lønning.
Mynd: