Effodeildsdysturin AB-HB útsettur

Vegna syndarligu arbeiðsvanlukkuna á Argjum í dag, er dysturin sunnudagin útsettur.

Argja Bóltfelag og Havnar Bóltfelag hava í felag gjørt av, at útseta grannauppgerðina, sum skuldi verða sunnudagin klokkan 17. AB skrivar soleiðis á heimasíðuni í kvøld:

 

“Vegna syndarligu arbeiðsvanlukkuna við fótbóltsvøllin á Argjum í dag, har Reimar Djurhuus andaðist, hava Effoliðini AB og HB avgjørt at útseta dystin teirra millum. Dysturin skuldi vera sunnudagin 15. september, men verður væntandi spældur seinni í komandi viku.

 

Fleiri av spælarunum, bæði hjá AB og HB, stóðu Reimari nær, og hava tí ynskt at útseta dystin.”

 
Les eisini: Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív