FSF hevur í kvøld kunngjørt kappingarskránna fyri Effodeildina 2016. Tað verður eftir øllum at døma spenningur frá fyrsta umfari av, tí eitt nú hittast NSÍ og HB í Runavík í fyrsta umfari.
Á yvirlitinum sæst eisini, at tað eru nógvir dystir, sum møguliga verða umbýttir. Hetta er serliga í sambandi við stevnur o.a., har viðkomandi lið gjarna ynskja at fáa heimavøll og harvið stevnudyst.
Skráin fyri Effodeildina 2016 sæst HER!