Tey sum varða av 07 Vestur eru í einari løgnari støðu. Hóast 25 stig eru á kontuni, og liðið hevur avrikað væl í nógvum dystum liggja teir á einum niðurflytingarplássi, men flyta allarhelst ikki niður.
Bíðað verður við spenningi eftir um B68 kann hála seg uppum KÍ á triðja plássinum í 1. deild. Eydnast tað ikki toftamonnum at innheinta tey trý stigini KÍ er frammanfyri B68, og tey 14 málini KÍ er betri enn B68, tá um málmun ræður, so varðveitir 07 Vestur plássið í effodeildini.
20 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen hevur verið spælt í øllum 26 effodeildardystunum hjá 07 Vestur í ár. Hann er glaður fyri góða 3-1 heimasigurin ímóti TB/FCS/Royn í dag, men tað sum telur er, at hann og hinir spælararnir hava eina avbjóðing í effodeildini komandi kappingarár.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Høgna Egilstoft Nielsen, sum mong eisini kenna sum ein dugnaligan telvara.










