Verður steðgurin hjá FC Suðuroy í bestu deildini bara eitt ár, ella verður tað AB,sum eftir í hesum umfarinum at hava verið í fremstu røð í trý ár, skal niður aftur í næstbestu deildina at venda.
Seinnapartin hittast hesi bæði liðini á Argjum, og úrslitið verður avgerandi fyri, um annað ella hitt liðið skal flyta niður. Undan 24. umfari hava bæði liðini 19 stig. Málmunurin hjá AB er -8, og málmunurin hjá FC Suðuroy er -27. Tískil er tað trýst á FC Suðuroy at vinna fulla úrtøku í útidystinum á Argjum.
Felags fyri bæði liðini er, at tey vunnu í 23. umfari. FC Suðuroy vísti fínan hugburð við Margáir, tá ið tað eydnaðist at vinna 5-3 ímóti EB/Streymi, sum tríggjar ferðir var á odda.
AB avrikið var ikki minni merkisvert, tá ið tað eydnaðist at vinna sannførandi 3-1 sigur á KÍ í Klaksvík.
-Talan verður um avgerandi uppgerð. Hugburðurin hjá okkum er góður, og vit hava framvegis mót um, at tað skal eydnast at varðveita plássið í bestu deildini. Tað er ein bági fyri okkum, at fleiri av spælarunum ikki venja saman við okkum í Vági. Tað kemst av, at teir eru í Havnini. Tað er gott fyri okkum, at teir fáa loyvi at venja saman við teimum næstbestu hjá B36 og saman við Giza/Hoyvík, men tað er ikki optimalt, at vit ikki allir hava møguleika at venja saman, sigur venjarin hjá FC Suðuroy Jón Pauli Olsen, sum hevur allar sínar menn tøkar.
Tað sigur seg sjálvt, at lagið er gott í AB. Eftir tveir sigrar á rað – ímóti TB á Argjum og so í Klaksvík – er sjálvsálitið størri, og tað sæst á undirtøkuni millum áskoðararnar, sum vóru nógvir og mælskir í Klaksvík, har spælið var gott í 2. hálvleiki.
-Nú er støðan soleiðis, at tað er upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu varðveita plássið í bestu deildini. Eftir katastrofalt vánaligt avrik í Gundadali ímóti HB hava spælararnir tvær tær síðstu ferðirnar víst framúr hugburð, og spælið er batnað. Eg eri fullvísur í, at teir í dag fara at leggja so nógv í, at teir við góðari samvitsku kunnu hyggja hvønn annan og áskoðararnar í eyguni, tá ið dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, men vit ætla okkum at vinna, sigur AB venjarin Sámal Erik Hentze.
Orsaka av knæskaða er Bárður Olsen givin. Fýra spælarar – Beinir Ellefsen, Rógvi Poulsen, Dion Splidt og Hørður Askham – eru farnir av landinum í lestrarørindum:
-Talan er um finalu seinnapartin. Tí eru Rógvi Poulsen og Dion Splidt komnir heim, og teir steðga, inntil næsta vikuskifti, tá ið vit skulu spæla ímóti ÍF, sigur Sámal Erik Hentze.
Jógvan Skeel Nolsøe er eftir leikbann tøkur aftur.