Effo leggur 31 oyru oman á bensinið

Aftur í dag setti bensinprísurin met, tá Effo hækkaði prísin fyri ein litur av bensini við 31 oyrum.

Nú kostar ein litur av bensini 14 krónur og 29 oyru hjá Effo. Magn hevur ikki broytt prísin enn, men tað plagar Magn at gera á midnátt sama dag, sum Effo broytir prísin. Oljufeløgini hava ikki lov at avtalað prísir – men tey kunnu leggja seg á sama neyvt sama prís, um nakrir tímar eru í millum prísbroytingarnar.

 

Nú tríggir mánaðir eru farnir síðani russisku innrásina í Ukraina, sum tey siga vera orsøkina til allar príshækkingar, er prísurin á øllum brennievni hækkaður 2 krónur og 75 oyru – uttan á diesel, sum er hækkaður 2 krónur og 87 oyru fyri liturin.

 

Í pronsetum er størsta hækkingin tó løgd á húsarhaldsolju, sum nú er 23,4 prosent hægri enn 24. februar, og minsti prosentvísa hækkingin er á diesel, sum er 19,24 prosent.