Effo keypt støðina á Strondum

Effo eigur nú eisini besinstøðina á Strondum. Tað hendi, tá Effo í seinastu viku yvirtók støðina frá Sonna Johansen, sum hevur átt hana hesi seinastu árini.

Hans Waag, retail leiðari hjá pf. Effo, váttar fyri Portal.fo, at hevur yvirtikið støðina á Strondum.

- Hatta er níggjunda støðin hjá felagnum. Felagið eigur nú støðirnar í Vági, Klaksvík, Saltangará, Skálabotni, Sørvági, Kollafirði, Havn, á Argjum og á Strondum, sigur Hans Waag.

Á teimum stóru støðunum hevur Effo Fast-handlarnar, men soleiðis verður ikki á Strondum.

Har verður handilin forpaktaður út ístaðin, og verður tað Óli Marnar Christiansen, sum skal reka handilin.

Hví er henda loysnin vald?

- Fólkagrundarlagið í økinum har inni er ikki til Fast-konseptið, og tí hava vit heldur valt at leiga handilin út til Óla Marnar Christiansen, sum eisini rekur støðina í Leirvík, sum hann jú eigur sjálvur, sigur Hans Waag.

Hann leggur dent á, at broytingarnar á Strondum bara snúgva seg um eigaraviðurskiftini og hvør tað er, sum skal reka handilin. Alt annað verður so at siga óbroytt.

- Tað vera somu fólk, sum fara at arbeiða í handlinum framyvir, sigur Hans Waag.