Tangavirkið í Vági, sum hevur einar 16 mans í arbeiði, ger nógvar ymiskar uppgávur og hevur eisini verið partur av nógvum stórum verkætlanum - ikki bara í Suðuroy, men eisini kring um landið. Av teimum 16 monnunum í fyritøkuni, eru seks lærlingar, harav tann eini gjørdist liðugur í vikuni sum fer.
Sum navnið sigur, framleiðir verkstaðurin eisini tangar av ymiskum slagi, men virkið er ikki minst kent fyri sína framleiðslu av eitt nú gelendarum, rekkverkum og ymiskum úr jarni og stáli.
Aftrat smiðjuni, sum ger alt vanligt smiðjuarbeiði, er virkið eisini veitari av hvs-útgerð, og fyritøkan samstarvar við veitara um ketlar.
- Vit seta nógvar ketlar upp millum ár og dag. Hava viðskiftafólk gjørt avtalu við aðrar veitarar um ketlar, eru vit til reiðar at gera uppsetingararbeiði - líkamikið, hvør ketilin er, sigur stjórin í Tangavirkinum, Mortan Mortensen.
Í løtuni ger Tangavirkið tríggjar stóra tangar til Effo í Klaksvík. Talan er um tríggjar 30.000 litra stórar tangar, sum eru gjørdir úr stáli og verða klæddir við glastrevju. Hesir skulu leverast í Klaksvík seinni í heyst.
- Tangarnir eru 6,60 metrar langir, og tvørmátið er 2,5 metrar, sigur Mortan Mortensen, stjóri á Tangavirkinum í Vági.










