Líkindini eru av teimum fagrastu í morgun, og hóast hann sigur frá, at tað seinni á degnum er møguleiki fyri regni av útsynningi, so verða líkindini góð at spæla fótbólt seinnapartin. Hitin verður millum 7 og 10 stig, og lotið verður millum lítið og einki.
Fríggjakvøldið vann B36 2-1 á KÍ, og klokkan 15 í dag verður fyrsta bríksl í hinum fýra dystunum í 23. umfari.
AB og HB eiga framvegis dystin frá 22. umfari á. Hann verður spældur mikudagin 25. september klokkan 17.00.
ÍF-07Vestur: Dagfinn Forná kl. 15.00
Víkingur-AB: Eiler Rasmussen kl. 15.00
HB-EB/Streymur: Chris Johansen kl. 15.00
TB-NSÍ: Lars Müller kl. 15.00
Støðan
HB 45
ÍF 40
EB/Streymur 37
B36 37
NSÍ 33
Víkingur 31
AB 22
KÍ 21
TB 19
07Vestur 14
HB og AB hava spælt 21 dystir, B36 og KÍ hava spælt 23 dystir, og hini liðini hava spælt 22 dystir