Effo fótbóltur frá klokkan 13

Tríggir dystir í 2. umfari í bestu fótbóltsdeildini eru á skránni seinnapartin í dag

Einki bendir í morgun á, at tað fara at vera trupulleikar orsaka av veðrinum, tá ið fótbólturin verður á skránni seinnapartin í dag.

Tríggir dystir eru í dag. Upprunaliga vóru teir tveir, men í gjárkvøldið bar ikki til at spæla fótbólt á Argjum, og tá varð gjørt av, at lokaluppgerðin millum AB og B36 verður klokkan 13. Tað man vera sjáldan, at tað verður spælt í bestu deildini í Føroyum so tíðliga leygardag.

 

Effo-deildin

AB-B36: Petur Reinert klokkan 13.00

B68-EB/Streymur: Páll Augustinussen klokkan 15.00

HB-ÍF: Eiler Rasmussen klokkan 15.00

 

1.deild

NSÍ-Víkingur: Johan Petur Michelsen klokkan 15.00

KÍ-FC Suüroy: Kári J. á Høvdanum klokkan 16.00

TB-07Vestur: Lars Müller klokkan 15.00

 

Rás2 sigur frá øllum effo-deildsdystunum, sum verða leiktir í dag