Effo fingið nýggjan stjóra

Hann tekur við starvinum á nýggjárinum

Føroyska orkufelagið hevur sett Gunnar Nielsen í starv sum nýggjan stjóra í Effo. Tað boðar oljufelagið frá í morgun. Gunnar Nielsen er 45 ára gamal og kemur úr einum starvi sum fíggjarstjóri í norsku alifyritøkuni, Salmar.

 

Frammanundan hevur Gunnar verið fíggjarstjóri í Bakkafrost, umframt at hann bæði hevur leiðslu og starvsroyndir frá øðrum stórum føroyskum fyritøkum. Gunnar Nielsen er cand.merc.aud frá Copenhagen Business School.

 

– Gunnar hevur góðar førleikar og drúgvar royndir í vinnulívinum, og eru vit tí spent uppá at fara undir samstarvið, við tí fyri eyga at menna virksemi hjá Effo enn meira, sigur Janus Thomsen, nevndarlimur í Effo. Gunnar Nielsen byrjar í starvinum 1. januar. Hann tekur við eftir Janus Thomsen, sum hevur verið stjóri hesi seinastu fýra árini.