Effo-drongurin aftur á YouTube

So er tann tiltikni Effo-drongurin aftur við einari YouTube lýsing fyri Effo í Sørvági.

 

Reklamurnar, sum John Sigurd Petersen stendur á odda fyri, eru eftirhondini blivnar tiltiknar í Føroyum.

 

Í fjør vann Effo-drongurin Ársins YouTube innslag á Planet Awards 2010, eins og Sosialurin hevur skrivað um hendan dreingin, og hansara evni til at gera stuttligar og fangandi lýsingar.

 

Effo-drongurin hevur eisini eina sokallaða fjepparasíðu á Facebook við 873 fjepparum.

 

Nú er Effo-drongurin aftur við einari lýsing, sum hesaferð snýr seg um blandað bomm frá Effo í Sørvági.

 

Og eins og vanligt hevur verið, so er lýsingin longu nú nógv at síggja á Facebook.

 

Sí lýsingina her: www.youtube.com/watch