Effo-deildin byrjar 1. mars

Ongan tíð áður hevur fyrsta sparkið í føroysku fótbóltskappingini verið somikið tíðliga á árinum, sum tað verður í 2015

FSF skrivar á heimasíðu sínari, at fyrsta umfarið í Effo-deildini verður spælt longu 1. mars komandi ár.

 

A-landsliðið hjá monnum hevur seks EM-undankappingardystir á skránni, umframt at U21-landsliðið helst spælir einar fimm ella seks dystir. Tí er neyðut, at kappingin byrjar tíðliga, so sleppast kann undan at spæla dystir alt ov seint í oktober mánaði. Í 2015 verður seinasta umfarið spælt 3. oktober, og eina viku eftir hetta er seinasta landsliðsuppgávan á skránni.

 

Stórsteypadysturin, sum er millum meistararnar og steypavinnararnar, verður eftir ætlan spældur sunnudagin 22. februar, og eina viku seinni verður landskappingin bríkslað í gongd.

 

1. umfar í EFFO-deildini verður sunnudagin 1. mars, meðan seinasta umfar áðrenn steðgin verður spælt fríggjadagin 28. juni. 

Eftir steðg í ein góðan mánað, byrjar kappingin aftur sunnudagin 26. juli, meðan 27. og seinasta umfar í EFFO-deildini verður spælt  leygardagin 3. oktober.