Effo Bunkers 2,5 milliónir krónur í avlopi

Árið í fjør royndist sum hitt besta hjá olufelagnum Effo Bunkers. Ársúrslitið var upp á 2,5 milliónir krónur í mun til 1,3 milliónir árið fyri.

Fíggjarstøðan hjá felagnum javnvigar við 28 milliónir krónur, meðan egingonin er 20,3 milliónir krónur, sum svarar til 73% av fíggjarstøðujavnvágini.
Effo Bunkers er dóttirfelag hjá oljufelagnum Effo, sum hevur til endamáls at eiga og reka oljugoymslu og annað starv í hesum sambandi.