Effersøe í jólahýri

Gamli Rasmus er farin í vetrarbúnan

Tá nógvur kavi er, hevur tað ofta verið soleiðis, at einhvør fær hug at lata gamla Rasmus á Vaglinum í vetrarbúna, og í so máta er árið í ár einki undantak.

Mánamorgunin var Jens Kristian í býnum, og niðri á vaglinum tók hann hesa vøkru myndina av Rasmusi.

Í kavan var orðið »rotta« skriva, og tað var eisini sjónligt, at andlitið á Rasmusi var avskeplað, soleiðis at tað nú mest av øllum minti um trýnið á eini rottu. Bæði tenn og hár vóru eftirgjørd á ein sera veruligan hátt, so var nærum soleiðis at tankarnir fóru til Japans, har tey hava drúgva traditión fyri at gera ymsar lutir úr ísi og kava.

Hvussu teksturin skal skiljast, veit eg ikki, og eg fari heldur ikki at gera nakrar gitingar um, at R.C. Effersøe á nakran hátt var at sammeta við eina rottu, tí so fái eg ivaleyst allar søgufrøðingar eftir mær.

Summi fólk hava ivaleyst hug til at ilskast um, at ungdómar á hendan hátt gera seg inn á eina býarmynd, men hinvegin haldi eg sjálvur, at tað eisini er ein býarmynd, at gamli Rasmus verður ílatin vetrarhamin, tá veðrið er til tað.