Effektivt álopsspæl hjá VÍF

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Inga Olsen venjara hjá VÍF taka samanum 40-29 sigurin ímóti Neistanum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Inga Olsen, høvuðsvenjara hjá VÍF, aftaná Ingi og hansara menn høvdu vunnið 40-29 á Neistanum í høllini í Vestmanna fyrr í kvøld. 

 

Neistin var væl við í fyrra hálvleiki, og eina løtu tíðliga í seinna hálvleiki. Í steðginum var VÍF á odda 21-19. Seinastu løtuna setti VÍF tingini væl og virðiliga uppá pláss.

 

Ingi Olsen er fegin um álopspartin hjá VÍF, allan dystin, har effektiviteturin við 40 málum vísti seg at verða í hásæti. Ingi Olsen er ikki nøgdur við verjuspælið hjá VÍF í fyrra hálvleiki, men var sera fegin um, at tað bleiv rættað uppá hetta í seinna hálvleiki. Ingi viðgongur, at tað stóð á gomlum nøglum í fyrra hálvleiki, og hann kendi seg vísan í, at tað liðið, sum fyrst fekk verjuspælið at rigga fór at koppa dystin til sín fyrimun, og tað eydnaðist so hjá VÍF.

 

Komandi sunnudag klokkan 16 spælir VÍF oddadyst ímóti H71. Bæði liðini hava 19 stig. Rás2 sigur frá oddabrakinum í Vestmanna sunnudagin.

 

Støðan

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF133953316419
2H71123242665819
3Kyndil143733492417
4KÍF123152952016
5StÍF14387394-710
6Neistin13320343-2310
7Team Klaksvík14292428-1361