TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Nikolaj Eriksen hjá AB, sum var liðskipari hjá AB í seinna hálvleiki, tá Jónas Stenberg var skiftur út í hálvleikinum í dystinum ímóti FC Suðuroy suðuri í Vági. Ein dystur AB tapti 1-3, aftaná eina 2-1 leiðslu til FC Suðuroy í steðginum.
Nikolaj ásannar, at effektiviteturin er stóra mangulvøran hjá AB, og bara fimm mál í seks dystum undirstrikar hetta.
Nikolaj dugir ikki at útgreina mynstrið, at AB stendur seg væl ímóti FM-kandidatinum, meðan teir samstundis standa seg illa ímóti teimum lægru liðunum.