Effektivir havnarmenn

Hóast talan sjáldan gjørdist um teir púra opnu møguleikarnar, so megnaði B36 tríggjar ferðir at senda bóltin í GÍ-meskarnar, og harvið sleppa sær upp á oddin á stigatalvuni

Fótbóltur

Oddadystur stóð á skránni í Sarpugerði í Gøtu sunnudagin. GÍ, sum hevði fingið fult teir báðar fyrstu dystirnar á árinum, hevði vitjan av B36, sum við fýra stigum var á øðrum plássinum.
Bara hetta í sjálvum sær borgaði í øllum førum fyri, at tað vóru tvey av fremstu liðunum í landinum, sum skuldu takast, og júst dystirnir millum GÍ og B36 hava seinnu árini verið av tí heilt undirhaldandi slagnum.

Tøtt uppgerð
Í so máta gjørdist dysturin sunnudagin eitt lítið vónbrot, tí tað var ikki sjálvt undirhaldið, sum var í fremstu røð gjøgnum teir 90 minuttirnar. Í øllum førum ikki, um undirhald er nakað, sum skal mátast í flótandi kombinationsspæli.
Hinvegin vóru tað aðrir lutir, sum vóru við til at lyfta undirhaldsvirðið. Gjøgnum tað mesta av dystinum var talan um eina sera javna uppgerð, har báðir partar sótu sera tætt í hvørjum øðrum, soleiðis at mótstøðan ikki slapp framat nøkrum møguleikum. Eisini soleiðis at liðini á henda hátt kundu trýsta hvønn annan at gera nøkur mistøk, tó at hesi vóru sera fá í tali. Var talan um trýst, so valdu partarnar aloftast tryggju loysnina við at lossa bóltin langt niðan eftir vøllinum, heldur enn at vága nakað á egnari hálvu.
Tað gekk tó tann vegin, at B36 skapti sær eitt lítið yvirtak. Serliga á miðvøllinum fingu teir gott tak, tá Alex dos Santos og Bárður Mortansson arbeiddu sera djúpt, men tað viðførdi so aftur, at John Petersen ofta var rættiliga einsamallur á toppinum.
Tað eydnaðist tó í fleiri atløgum at skapa nakað, sum líktist vandastøðum, og tó at bólturin aloftast varð ruddaðu til antin horna ella innkast, so góvu hesi møguleikan at halda fast um trýstið.
Og tað var eisini eftir eitt hornaspark, at B36 fekk leiðslumálið. Bárður Mortansson sendi hart móti nærmasta stólpa, og har kom ein flúgvandi Egil á Bø og snittaði bóltin í málið.

Marginalar
Eftir hetta fall B36 nakað longur aftur á vøllin. Teir royndu kanska í størri mun at dúva upp á kontraspælið, men samstundis gav tað so eisini GÍ møguleika at skapa sær eitt trýst. Og tað var eisini ófatuliga nær við, at teir fingu løn fyri stríðið, men Magnus Skoralíð stútaði risa-møguleika á stólpan, tá Tróndur Vatnhamar annars fullkomuliga seldur, og so spurdist einki burturúr.
Seinna umfarið var tað leingi soleiðis, at dysturin ridlaði báðar vegir. B36 tóktist tó hava sera gott tak á í verjupartinum, har Pól Thorsteinsson og Jóhannis Joensen røktu miðverjusessirnar fyrimyndarliga væl.
GÍ royndi enn at trýsta, men fyri tað nógva vórðu teir bremsaðir av hart arbeiðandi B36-miðvøllinum. Eina einstaka ferð gjørdist talan tó um veruligan vanda, tá Bárður Mortansson ? tykist hava ov ilt við at sleppa bóltinum ? royndi seg við driblitúri á miðvøllinum. GÍ spældi seg skjótt niðaneftir, men Tróndur Vatnhamar stórbjargaði, tá Súni av brotsteigarmarkinum meddaði móti málinum.
Og so hendi tað, sum ikki mátti henda hjá GÍ. B36 fór í kontraálop niðan gjøgnum vinstru síðu, og úr stóra fjarstøðu og einum at kalla ómøguligum vinkli smekkaði Santos til. Hallur burdi ikki at havt stórvegis trupulleikar av skotinum, men hann megnaði ikki at halda bóltinum, og so var Jens Erik Rasmussen skjótur at pota í netið - og í roynd og veru drepa allan spenning í dystinum.
B36 fekk so eisini eitt mál afturat, og hesaferð var talan um sanna perlu, tá John heilfluktaði langt og høgt innlegg í meskarnar.
Tað var kanska talan um teir so væl kendu marginalarnar, sum vóru við B36 hendan dagin, men tað er so ein staðfesting, at jús hesir marginalarnir mugu vera við, um tú skalt fram í oddin. Har er B36 nú við sjey stigum, men hóast tapið, so eru gøtumenninir bert eitt stig aftanfyri.