Effektivir gøtumenn

Tá møguleikin beyðst, royndi GÍ støðugt at bíta frá sær. HB hevði hinvegin bóltin nógv, men ov nógvar nertingar seinkaðu støðugt spælinum, sum tí gjørdi alt ov nølut

HB 2 bóltar
GÍ 3 bóltar 

Spælararnir mugu stríðast meira, sigur HB-venjarin, Krzyztof Popczynski, aðrastaðni á hesum síðum. Tí partinum hevur hann helst eisini rætt í, men tað vóru nú eisini aðrar orsøkir til, at HB ikki fekk somikið sum eitt stig burtur úr báðum heimadystunum um páskirnar.

Nølut
Fremsta orsøkin stóð lýsandi klár í Gundadali annan páskadag. Nú hevur teldutøknin ikki álvara gjørt sína entré í føroyskum fótbólti, men var nakað mát fyri ball-posession, so vildi hetta ivaleyst sýnt á leið 65-35 til vertirnar.
Men tað var tó so sum so við møguleikum, og ógvuliga sigandi var einasta málið av tí heldur óvanliga slagnum, tá Mortan úr Hørg sýndi gott yvirblikk og rullaði flatt í málið úr spískum, tá Geza Turi hevði roknað við einum innleggi. Og so mundi HB eisini økt um leiðsluna, tá vindurin snýtt ein púrasta ótrýstan Turi, men hesin megnaði akkurát at rudda bóltin burtur, áðrenn hesin rullaði í manntóma GÍ-málið.
Í aðrar mátar var lítið bit í HB. Milan Kulic hevði tveir góðar møguleikar, men hesir vórðu misnýttir. Í aðrar mátar varð talan um hálvforkølað skot og hópin av innleggum og hornaspørkum til luftsterku GÍ-verjuna. Og alt ov ofta steðgaðu álop, tá miðvøllurin skuldi nerta bæði tvær, tríggjar og fýra ferðir við bóltin, áðrenn kúlan varð send víðari. Og úrslitið var aloftast, at mótstøðuverjan hevði skipað seg, ella at áleypari hevði runnið seg í rangstøðu, tá bólturin loksins varð spældur.

Effektivt
Í so máta vóru gøtumenninir effektivari. Kjarnin á liðnum er ein sterk miðás, har Atli Gregersen og Niclas Niclasen røkja miðverjuna, meðan Sámal Joensen og Pól Ennigarð borga fyri góðsku á sentrala miðvøllinum. Og ikki at gloyma Sverra Jacobsen, sum longu í fjør sýndi góðar taktir, men sum nú veruliga er við at menna seg til ein berandi part av liðnum. Talan var nærum um commandoraid upp eftir vøllinum, tá hann sum hangandi áleypari setti trýst á. Og fleiri ferðir var HB-verjan um háls av kraftmiklu gjøgnumbrotunum, sum tó ikki kastaðu mál av sær fyri steðgin.
Samantvinna við til tíðir kvikum spæli á miðvøllinum virkaði hetta til, at GÍ støðugt var vandamikið í sínum atsóknum, hóast HB hevði greiða yvirvág í spælinum.

Reyða kortið setti ferð á
Tað ljóðar kanska løgið, men veruleikin er, at HB helst gjørdist betri, tá Milan Kulic í seinna hálvleiki fekk sítt seinna gula kort. Eina løtu skapti hetta órógv, og GÍ javnaði, tá Johan Dávur Højgaard ískaldur legði bóltin í málhornið eftir hornaspark. Men eftir hetta var talan í longum løtum um mest sum flótandi álopsspæl frá heimaliðnum.
Og orsøkirnar vóru tvinnar. Partvíst, so fullu gøtumenn dekan ov langt aftur á vøllin, men tó ikki meira, enn teir gjørdu fyri steðgin. Hin orsøkin tóktist vera, at við Rókur av Fløtum Jespersen, sum varð trektur aftur á miðvøllin, í nógv størri mun megnaði at spæla beinleiðis. Nølaríið varð nú avloyst av ágangandi og kvikum fótbólti, og eftir eitt korter við støðugum HB-trýsti kundi Hans á Lag fult uppiborið stúta HB á 2-1.

Frustratiónirnar logaðu
Sami Hans á Lag hevði verið ein av bestu spælarunum hjá HB eftir steðgin, men brádliga var hann partur av tveimum mistøkum, sum kostaðu sigurin. Fyrst var hann maðurin, sum beindi GÍ-innlegg í málið til 2-2, og bara ein minutt seinni mistóku bæði hann og Rasmus Nolsøe seg so dyggiliga. Alt endaði við, at eitt vandaleyst spark úr GÍ verjuni gjørdist til eina fríspæling til Hans Paula Petersen, og so kundi hann uttan stórvegis himpr skjóta stigini til GÍ.
Stigini lyftu gøtumenn upp á miðjuna á stigatalvuni, meðan HB hinvegin framvegis stendur á trimum stigum. Tveir heimadystir um páskirnar vóru annars ætlaðir at staðfesta støðuna sum oddalið, men nú hetta ikki gekk, lýstu frustratiónirnar av liðnum. Og tær vórðu eisini undirstrikaðar, tá Kári Nielsen við hevnisøku átti seinasta orðið í dystinum. Enn eitt reytt kort varð úrslitið, og so endaði HB dystin við bara níggju monnum. Og á pappírinum er tað í øllum førum ein smeitur, at teir mugu vera bæði Milan Kulic og Kára Nielsen fyriuttan, tá grannauppgerðin móti B36 stendur á skránni komandi vikuskifti.