ÚTBÙGVING
Umboð fyri norsku fyritøkuna FloodRocks hava seinastu dagarnar verið á vitjan í Føroyum.
Ørindini hava verið at halda skeiðir og kunna um teirra virksemi í Føroyum.
Við í ferðalagnum er stovnarin av fyritøkuni Morten A. Selven og føroyingurin Kaj Magnus Klein, ið starvast sum kundaráðgevi hjá FloodRocks.
Talan er um eina lutfalsliga nýggja fyritøka, sum byrjaði fyri tveimum árum síðani. Árið í fjør var tað fyrsta fulla árið, felagið hevur virkað. Og higartil hava úrslitini verið góð, siga teir báðir.
Workshops
Skeiðini, FloodRocks bjóðar, eru sokallað workshops. Tað sermerkta við hesum workshops er, at tey eru bert í fimm tímar hvør.
Morten A. Selven heldur ikki, at hetta nøkur orsøk at halda seg aftur ? heldur tvørturímóti.
Endamálið er at betra kappingarføri og effektivitetin hjá virkjum og starvsfólkum.
?Royndir hjá okkum í Norra vísa, at vinnast kunnu 60.000 fyri hvørt starvsfólki við hesum skeiðunum, sigur Morten A. Selven.
À skeiðini verða øll starvsfólk eggja til at koma ? ikki bert eind deild ella leiðsla. Persjónsanalystur av øllum luttakarunum verður gjørd. FloodRocks nýtir ein nýggjan hátt innanfyri hesar analysur, men Morten A. Selven heldur, at hesar borga fyri góðsku og eru betri enn tær vanligu.
?Sum heild geva skeiðini ein nógv betri effektivitet, sum geva arbeiðsgevarum og starvsfólkum nógv. Endamálið hjá okkum er at betra tey ymsu liðini í einari fyritøku og at gera øll meira effektiv fyri harvið betri at kunna røkka teirra málum, sigur Morten A. Selven.
Seinni í ár verður farið undir eina master útbúgving í Oslo innanfyri kappingarføri og sølu.
Hetta er fyrstu ferð, at tað verður roynt, og norrmenn eru sera áhugaðir at fáa føroyingar við.
Ùtbúgvingin er fyri fólk innan sølu, sum ynskja at mennast og gerast betri. Útbúgvingin er ikki ókeypis, men tað kann gott loysa seg væl, sigur Morten A. Selven.
Tey, ið ynskja at lesa meira, kunnu fara inn á floodrocks.com.
Betri H
Ein av teimum fyritøkunum, sum hevur verið á skeiði hjá FloodRocks, er Snikkaravirki á Vatnsoyrum ? H-vindeygu.
Øll 24 starvsfólkini hjá fyritøkuni hava verið á skeið.
?Vit vænta at fáa nógv burturúr, sigur Heðin Poulsen, fyrisitingarleiðari.
Mánadagin vóru nakrir sokallaðir fadrar á skeiði.
?Uppgávan hjá teimum verður at fáa tað, tey hava lært á skeiðinum, at virka og halda tað við líka, soleiðis tað kanst halda tí upp, sigur Morten A. Selven.
Og tey á Vatnsoyrum rokna við betri effektiviteti, eftir at øll hava verið á skeiði.
Morten A. Selven heldur eisini, at tað er rætta stigið, tá øll starvsfólkini koma við á skeiðini, soleiðis at menningin hendir í felag.










