Óeffektivar kvinnur taptu 3-0

Føroyska kvinnulandsliðnum tapti á pappírinum greitt til Litava, 3-0. Men sambært Álvi Hansen, landsliðsvenjara høvdu føroysku kvinnurnar nóg mikið av málmøguleikum til at fáa, ið hvussu er ein javnleik. Men føroysku kvinnurnar misnýttu hesar møguleikar. Litava var á odda 1-0 í hálvleikinum. Longu tíðliga í 2. hálvleiki førdi ein verjuvilla til, at Litava kom á odda 2-0. Álvur Hansen letur illa at vøllinum, sum mest av øllum var at líkna við eitt runudýki. Tað gagnaði so heldur ikki føroysku kvinnunum. Sunnudagin leika kvinnurnar ímóti Estlandi, og mikudagin leika tær ímóti Lettlandi.