Magnus Gunnarsson
Bilarnir í Føroyum blíva munandi skitnari enn t.d. í Danmark, bæði uttan og innan. Serliga eftir ein harðan vetur.
Hóast ein bilur er vorðin mattur í lakkinum, skitin innan og luktar illa av t.d. mjólk ella fiski, er tað eingin trupulleiki. Eftir eina Tidy Car viðgerð verður hann sum nýggjur aftur. Á teimum bilum sum verða viðgjørdir innan, er ofta neyðugt at taka setrini úr og hátrýstreinsa tey.
Eftir at alt er reinsað, verða setrini, hurðabetrekkini og gólvteppini impregneraði soleiðis at inntrekkið tolir meira av, og bilurin luktar sum nýggjur innan, hóast hann luktaði av mjólk ella fiski, áðrenn hann kom til viðgerðina. Til viðgerðina uttan verða brúktar sergjørdar maskinur, sum reinsa lakk, plastikk og krom sera effektivt. Bilurin verður poleraður soleiðis, at skeinur og skøvur verða slípaðar burtur, og lakkið verður skínandi blankt.
Ein Tidy Car viðgerð uttan og innan tekur upp til 3 dagar. Úrslitið verður ein skínandi blankur bilur, sum kann standa seg ímóti øllum veðri.
Ein brúktur bilur, sum hevur fingið eina slíka viðgerð, fær munandi hægri søluvirði og verður lættari at selja. Tidy Car er eitt amerikanskt produkt, og alt tilfarið kemur hiðani.