-Vit hava verið í tveimum statum, men vit hava 48 eftir enn, segði ein bjartskygdur John Edwards, tá hann takkaði sínum stuðlum í New Hampshire. Eygleiðarar ivast tó ikki í, at hann var vónsvikin av úrslitinum har. Edwards fekk 17 prosent av teimum demokratisku atkvøðunum og sostatt nógv minni enn Hillary Clinton og Barrack Obama, sum fingu ávikavist 39 og 36 prosent.
Jon Tippi, sum er ráðgevi hjá John Edwards, sigur við New York Times, at trý fólk fara at kappast um uppstillingina hjá demokratunum. Tann næsti dysturin verður í South Carolina, har teir svørtu veljararnir hava nógv størri ávirkan enn í Iowa og New Hampshire. Sjálvur er John Edwards úr grannastatinum North Carolina, men kanningar vísa, at hann er væl aftan fyri Hillary Clinton og Barrack Obama í South Carolina, har valið verður tann 26. januar. Kortini halda eygleiðarar, at John Edwards kann fara at gera vart við seg í Suðurstatunum.