Frímerki: Edward Fuglø vitjaði fyrr í hesi vikuni á prentsmiðjuni í Eysturríki, sum skal prenta nýggju frímerkini, ið hann hevur teknað Østerreichische Staatsdrukerei, sum hevur meira enn 200 ár á baki, skal prenta nýggja frímerkjaarkið, sum listamaðurin Edward Fuglø hevur teknað.
Fyrr í vikuni vitjaði Edward á prentsmiðjuni, sum liggur í Wien, og har skuldi hann góðkenna uppsetingina og forprentið av frímerkjaarkinum, sum Postverk Føroya skal geva út. Við á ferðini var eisini Svanbjørg Manai, ið er leiðari á Frímerkjadeildini.
Edward Fuglø er nærlagdur, og har skal einki vera, sum kann verða at seta fingurin á, eftir at frímerkið er prentað.
Edward hevur tekna nógv frímerki til Postverk Føroya, og eina árið var eitt av hansara frímerkjum nummar tvey í eini kapping millum øll tey vakrastu frímerkini í Europa.
Eftir at hava kannað uppsetingina og forprenti gjølla, var prentið góðkent, og nýggja frímerkið kemur út í heyst.