Tann 76 ára gamli Edward Kennedy varð í dag fluttur á sjúkrahús, eftir at hann hevði fingið krampa Tey fyrstu tíðindini søgdu, at Edward Kennedy hevði havt ein hjartatilburð, men seinni varð fráboðað, at hann hevði fingið krampa, og at hann var fluttur á sjúkrahús í Boston.
Edward Kennedy bleiv senatorur fyri bróðurin John F. Kennedy í 1962, og síðani er hann afturvaldur sjey ferðir.
Tey trý, sum nú stríðast um amerikanska forsetaembætið, John McCain, Hillary Clinton og Barrack Obama, hava í kvøld ynskt Edward Kennedy góðan bata. Í uppstillingini hjá demokratunum styðjar Edward Kennedy Barrack Obama.









