Edward Kennedy deyður

Amerikanski senatorurin Edward Kennedy er deyður, 77 ára gamal. Hann fekk krabbamein fyri einum ári síðani. Edward Kennedy kom í Senatið fyri statin Massachusetts í 1962, tá bróðurin John F. Kennedy tók við sum forseti, og hann varð sjey ferðir afturvaldur í Senatið.

Edward Kennedy hevði stóra ávirkan á amerikanskan politikk og var hildin vera góður semingsmaður. Hann var dyggur stuðul hjá Barack Obama, forseta.

Edward var rann yngsti av teimum fýra Kennedy-brøðrunum. Joseph Kennedy doyði í flogvanlukku undir seinna heimsbardaga, og John F. Kennedy og Robert F. Kennedy vórðu myrdir.