Edward Fuglø prýðir sólarmyrking

Nú sólarmyrkingin nærkast, og fjøll og sund verða myrkaløgd í tveir minuttir og 22 sekund, fer Edward Fuglø, listarmaður, at hava eina heilt serliga framsýning í SMS í sólarmyrkingarvikuni.

Nú sólarmyrkingin nærkast, og fjøll og sund verða myrkaløgd í tveir minuttir og 22 sekund, fer Edward Fuglø, listarmaður, at hava eina heilt serliga framsýning í SMS í sólarmyrkingarvikuni.

 

Hesin serstaki listamaðurin, hvørs eyðkenni í listaverkum hansara eru fuglar, fuglameingi og onnur djór í føroysku natúruni, skipar fyri stórari framsýning við fuglum, planetum, mánum, sól o.s.fr.

 

– Hetta verður ein veldug sýning í allari miðhæddini og á sjálvum Torginum í SMS. Alt til frama fyri sólarmyrkingini, sum á so mangan hátt longu er yvir okkum øllum, sigur Regin Dalsgaard, býlings- og marknaðarstjóri í SMS.

 

Innstallasjónin hevur fingið heitið »SunMoonShadow« – ella stytt »SMS«.

 

– Framsýningin er ætlað øllum, eisini teimum 8000 útlendingunum, sum koma til Føroya í sambandi við sólarmyrkingina, sigur Regin Dalsgaard.

 

Soleiðis sær skráin út hjá SMS hesa vikuna:

 

Mánadagin:

Kl. 11.00 Teknikappingin "Tekna sólarmyrking í Føroyum" byrjar.  Borð eru á Torginum við pennum og blýantum, har børn kunnu tekna.

Kl. 16.00 Fernisering

Kl. 16.00 Ókeypis brillur og ókeypis SunMoonShadow plakat (70x100 cm).

 

Týsdagin:

Kl. 16.00 Rógvi "Slóknar sólin". Ætlað børnum upp til framhaldsdeildina.

 

Mikudagin:

Kl. 16.00 Fyrilestur um sólarmyrking í Rit & Rák.

 

Hósdagin:

Kl. 14.00 Rógvi "Slóknar sólin"

Kl. 16.30 Greta Svabo Bech fer at syngja.

 

Fríggjadagin:

Kl. 14 og kl. 16 Meinhard Jensen, plátuvendari, leggur mánatónleik á.

 

Leygardagin:

Kl. 15.00 Vinnarin av teknikappingini verður funnin. Vinningurin er ein stór kurv við gávugóðsi úr SMS. Virði kr. 1.500.