Posta hevur biðið Edward Fuglø gera jólaprýði fyri seg í ár. Listamaðurin hevur teknað seks myndevni úr Jólaevangeliinum, av fjósinum, av Mariu og Jósefi, av einglunum, av hirðunum, av vísmonnunum og av flýggjanini til Egyptalands.
Posta hevur síðani prentað hesi myndevni til ymiskt jólaprýði. Sjálvandi fáast frímerki við myndevnunum á, men eisini eru postkort at fáa, umframt undirløg og borðverjur.
Jólaprýði við tekningunum hjá Edwardi Fuglø eru at fáa á posthúsunum kring landið.