Edward Fuglø á Norðurbryggjuni

Listamaðurin úr Klaksvík í hornatøkum við danska kongaríkið, ES og familjuna

 

Leygardagin letur serframsýning við Edwardi Fuglø upp á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.


Edward hevur á hevur áður luttikið í føroyskum bólkaframsýningum á Norðurbryggjuni, men nú letur tað norðurlendska mentanarhúsið í Keypmannahavn dyrnar upp fyri eini serframsýning við eini røð av gomlum og heilt nýggjum verkum frá tí viðurkenda klaksvíksinginum.

Heitið á framsýningini er FÆRØKNUST ©, og Norðurbryggjan sigur soleiðis um hana:

- Vit FÆRØKNUST © tekur Fuglø av tí avbjóðingini, sum hann á mangan hátt hevur møtt sum listafólk, og sum hann treiskur hevur arbeitt ímóti ígjøgnum sína yrkisleið. Hvussu sleppur ein undan ráðaríkari ella áleypandi mentan? Hvussu skapar ein pláss til annan hugsunarhátt?  Í sínum týðiliga myndamálið tekur Fuglø hornatak við evni, sum knýta seg til danska kongaríkið, Evropeiska Samveldið, familjuna og alheimsgerðingina.

 

Framsýningin er skipað í samstarv við Listasavn Føroya, og eitt katalog er gjørt til framsýningina.


Mánakvøldið 2. juni hittast stjórin í Listasavni Føroya, Niels Ohrt, og Edward Fuglø til eitt prát um Føroyar í Fugløhøpi.