Listamaðurin Edward Fuglø fer at hava ársins fyrstu framsýning í Listaskálanum í Havn. Framsýningin við listarmanninum úr Klaksvík letur upp leygardagin klokkan 16.00.
Á fyrstu framsýningini hjá Edwardi í Listaskálanum verða oljumálningar og gouachemálningar sýndir fram.
34 ára gamli Edward Fuglø er útbúgvin pallmynda- og búnateknari frá skúlanum fyri brúkslist í Keypmannahavn.
Síðani hevur Edward gjørt pallmyndir í Føroyum, Danmark og Íslandi, og seinnu árini hevur hann eisini skrýtt barna- og skúlabøkur.
Edward hevur eisini arbeitt sum listamálari, og hann hevur millum annað sýnt fram í Norðurlandahúsinum, í Smiðjuni í Lítluvík og á Ólavsøkuframsýningini.