Ein av fremstu listamonnum okkara, klaksvíkingurin Edward Fuglø, hevur fingið barnabókaheiðurslønina, sum norðurlendska skúlabókavørðafelagið letur einum rithøvundi ella listafólki á hvørjum ári.
Hesa heiðursløn hevur hann fingið fyri sínar tekningar í fýra føroyskum barnabókum, sum eru givnar út seinastu seks árini.
Bøkurnar eru Bókstavirnir hjá Sigurdi Joensen frá 1995, Villini súgdjór í Útnorði hjá Jenny Lydersen frá 1999, Det vingede mørke hjá Williami Heinesen frá 2000 og Vinmenn, sum er bók við fimm kvæðum, ið varð útgivin í ár.
Tað var ein samd dómsnevnd, ið tók avgerð um at heiðra Edward Fuglø. Hon segði millum annað í grundgevingini, at ?verkini hjá Edwardi sýna hansara óvanliga góðu listarligu evni?.
Herðaklapp
? Hetta er heilt avgjørt eitt stórt herðaklapp at fáa sum listamaður, sigur Edward, sum býr í Klaksvík. Hann leggur tó dent á, at ein slíkur heiður pliktar hann til at gera enn meira við myndlistina.
? Nú skal eg royna at liva upp til hesa heiðurslønina, sum kanska kann sigast at vera eitt blátt stempul fyri meg. Hóast eg havi fingið heiðursløn, so havi eg nógv eftir at læra sum listamaður.
Edward er nú so smátt farin at gera um seg í Norðurlondum. Beint eftir at tað var almannakunngjørt, at hann hevði fingið hesa heiðurslønina, fekk hann eina áheitan úr Íslandi um at geva bókina Villini súgdjór í Útnorði út í Íslandi. Tað er tó Føroya Skúlabókagrunnur, sum tekur støðu til hetta. Eisini hava nakrar myndir av klædningum við fuglahøvdum vakt stóran ans í Svøríki.
Hóast Edward nú er meira kendur uttanfyri landaoddarnar, sigur hann seg bara gera sítt besta í øllum førum uttan at hugsa so nógv um, hvar listin røkkur, og hvør áskoðarin er.
Góð reklama
Heiðurslønin er ikki peningur, men ein plakat og eitt heiðursprógv. Plakatin er ein samanseting av fleiri tekningum hjá Edwardi, og hann hevur sjálvur gjørt hana.
Henda plakatin verður send runt til øll Norðurlond, og tí er hetta góð reklama fyri 36 ára gamla listamannin. Umframt plakatina ger norðurlendska skúlabókavørðafelagið eisini ein faldara við upplýsingum um Edward, og hann verður sendur út saman við plakatini.
Edward er einaferð fyrr heiðraður fyri listarliga virksemi sítt. Tað var í 1995, tá hann fekk barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs. Annars hevur hann verið í uppskoti til eina Robert-virðisløn fyri búnarnar í føroyska filminum Bye, bye Bluebird hjá Katrini Ottarsdóttir.
Edward hevur lisið á Skolen for Brugskunst í Danmark frá 1987 til 1991 og hevur arbeitt við sjónleiki, filmi og sjónvarpi í Danmark, Íslandi og í Føroyum. Hann hevur eisini teknað til bøkur og gjørt plakatir og postkort. Harumframt fæst hann eisini við at mála, og tað vísir, at hetta er ein fjølbroyttur listamaður.
Dómsnevndin hevur fimm limir, sum eru úr íslandi, Danmark, Svøríki, Noregi og Finnlandi og Føroyum. Gunnvør Joensen umboðar Føroyar. Ein føroyingur hevur fyrr fingið hesa heiðurslønina, og tað var Ólavur Michelsen í 1991 fyri bókina Rossini á Skoradali, sum hann skrivaði.
Edward Fuglø fær heiðurslønina handaða á samkomu í Keypmannahavn 17. november.