Edward Fuglø fær virðisløn

Á middegi mánadagin varð endaliga gjørt av, at Edward Fuglø skal fáa norðurlendsku barnabókavirðislønina í ár

 

Seint í heyst ella tíðliga í vetur fær listarmaðurin Edward Fuglø handaða norðurlendsku barnabókavirðislønina frá Norðurlendska Skúlabókavarðafelagnum.

Hetta er sama virðisløn, sum Ólavur Michelsen í 1991 fekk fyri bókina »Rossini í Skoradali«.

Edward Fuglø fær virðislønina fyri tekningar sínar í bókunum »Vinmenn« og »Veingjaða myrkrið«.

Virðislønin, sum Edward Fuglø fær, er ikki ein av teimum virðislønunum, sum gevur nógvar pengar, men tó plagar hon at geva nógva umrøðu, sum listarfólk eisini hava brúk fyri.