Edvardsen út á Argir

David Edvardsen hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við ÍA á Argjum

 

 

Tað verður tó ikki sum spælari, at David Edvardsen skal royna seg á Argjum. Men vinstrahandaði profilurin hjá Kyndli skal komandi tvey árini standa við høvuðsábyrgdini fyri ungdómsarbeiðið hjá ÍA.

 

- Sum høvuðsvenjari kemur David at hava ábyrgd av at samskipa alla ungdómsvenjing hjá felagnum, og hetta er nakað, sum vit eru sera spent uppá, sigur Kristian Martin Skála, sum er formaður í hondbóltsfelagnum á Argjum.

 

- Málið hjá okkum er fyrst og fremst at byggja eitt trygt fundament til felagið. Vit hava í dag lið í aldursbólkunum upp til U16 hjá dreingjum og upp til U12 hjá gentunum, umframt at vit eisini hava lið í 2. deild hjá monnum. Setningurin er, at hesi fáa eina góða hondbóltsuppaling, og eitt nú hava vit eisini Svannu Hanusardóttir og Bent Jákup Hansen millum okkara venjarar, og við David Edvardsen hava vit nú styrkt enn meira um venjaratoymið. Vónin er so sjálvandi, at vit við hesum kunnu virka til, at ÍA við árunum verður ein faktorur í fremstu røð í føroyskum hondbólti. Ikki minst, nú tað loksins eru útlit fyri, at ein ítróttahøll verður bygd á Argjum, sigur Kristian Martin.

 

ÍA er rættiliga ungt felag. Felagið varð stovnað í 2011, og undirtøkan millum argjafólk var longu fyrsta árið munandi størri, enn stigtakararnir høvdu droymt um. Talið av liðum og limum hevur verið vaksandi hesi árini, og vónin er, at felagið um ikki so langa tíð er umboðað í øllum deildum.

 

Sáttmálin við David Edvardsen varð undirskrivaður á felagsdegi, sum skipað varð fyri um vikuskiftið. Sáttmálin er galdandi í tvey ár.