Neistin, sum fyri stuttum gjørdist føroyameistari í manshondbólti, hevur styrkt sær um hópin, nú felagið ætlar at taka lut í Europa-Cup kappingini í hondbólti. Neistin hevur gjørt avtalu við David Edvardsen úr StÍF. David Edvardsen kom til StÍF í fjør, at var hann ein týðandi partur av liðnum, sum vann silvur í bæði lands- og steypakapping. Eisini hevur Neistin gjørt avtalu við Jakob Jónsson, sum í farna kappingarári var venjari hjá kvinnuliðnum. Hann verður komandi kappingarár hjálparvenjari hjá mansliðnum.