Edvardsen út á Argir

David Edvardsen hevur skrivað undir tvey-ára sáttmáal við ÍA á Argjum, har hann skal leggja lag á ungdómsarbeiðið næstu tvey árini

Hondbóltur

ÍA eitur yngsta hondbóltsfelagið í landinum. Felagið hevur heimstað á Argjum, og um vikuskiftið høvdu tey felagsdag, har tikið varð samanum kappingarárið, sum nú er komið at enda. Umframt at hetta var ein dagur, har mongu liðini hjá felagnum fingu eitt herðaklapp, so hevði felagið eisini valt hetta sum dagin, har navnið á nýggja høvuðsvenjaranum hjá ungdómsliðum felagsins varð almannakunngjørt.
David Edvardsen hevur verið ein av heilt stóru profilunum í føroyskum hondbólti. Bæði við StÍF, Neistanum og Kyndli hevur hann víst síni framúr góðu hondbóltsevnir, og tá hann víð síðunar av hondbóltsspælinum eisini hevur nomið sær kunnleika til venjing og ungdómsarbeiði, halda tey á Argjum, at felagið við hesm hevur funnið profilin, sum kann bera felagið framá.

Stoypa grundina
Kristian Martin Skála er formaður í ÍA, og hann dylur ikki fyri, at hann er sera spentur upp á samstarvið við David Edvardsen.
- Sum høvuðsvenjari kemur David at hava ábyrgd av at samskipa alla ungdómsvenjing hjá felagnum, og hetta er nakað, sum vit eru sera spent uppá, sigur Kristian Martin Skála, sum er formaður í hondbóltsfelagnum á Argjum.
- Málið hjá okkum er fyrst og fremst at byggja eitt trygt fundament til felagið. Vit hava í dag lið í aldursbólkunum upp til U16 hjá dreingjum og upp til U12 hjá gentunum, umframt at vit eisini hava lið í 2. deild hjá monnum. Setningurin er, at hesi fáa eina góða hondbóltsuppaling, og eitt nú hava vit eisini Svannu Hanusardóttir og Bent Jákup Hansen millum okkara venjarar, og við David Edvardsen hava vit nú styrkt enn meira um venjaratoymið. Vónin er so sjálvandi, at vit við hesum kunnu virka til, at ÍA við árunum verður ein faktorur í fremstu røð í føroyskum hondbólti. Ikki minst, nú tað loksins eru útlit fyri, at ein ítróttahøll verður bygd á Argjum, sigur Kristian Martin.
ÍA er rættiliga ungt felag. Felagið varð stovnað í 2011, og undirtøkan millum argjafólk var longu fyrsta árið munandi størri, enn stigtakararnir høvdu droymt um. Talið av liðum og limum hevur verið vaksandi hesi árini, og vónin er, at felagið um ikki so langa tíð er umboðað í øllum deildum.