Edvardsen í hopla

David Edvardsen hevði høvuðsleiklutin í gjár. Hann skeyt 16 mál móti sínum fyrrverandi liðfeløgunum, tá Neistin rann StÍF um koll

David Edvardsen smæðist ikki millum stórspælararnar hjá StÍF. Hann spældi framúr væl í fjør, tá Neistin vann greipuna. Tað hevur ikki eydnast eins væl í hesum kappingarárinum, men hann er framvegis ein av fleiri stórspælanum, sum Ingi Olsen, venjari, ræður yvir.
Edvardsen skeyt heili 16 mál, tá Neistin vann stórsigur, 43-32, á StÍF í gjár.

Spældi við StÍF
Edvardsen spælir sítt fjórða kappingarár í Føroyum. Eina viku undan kappingarbyrjan í 2007 ringdi Claus Rasmussen, táverandi venjari hjá StÍF, til hansara og rópti neyðarróp. Hann hevði tørv á spælarum við máltevi. Framman undan varð Danni Syhler knýttur at hópinum hjá strandingum, og hann hevði ávirkan á avgerðina hjá Edvardsen, sum tók av tilboðnum.
Edvardsen og Syhler gingu undan hjá StÍF, sum vann seg í finaluna í steypakappingini og landskappingini. Strandingar tapti í báðum førum.
Árið eftir skifti hann til føroyameistararnar úr Neistanum. Hann stóð í skugganum á Áka Mørk, Tróndi Kragesteen, Jugoslav Djumic, Finni Hansson og hinum. Hann fekk ongantíð fótin fyri seg hjá teimum bláu, sum vann steypakappingina.
Seinastu tvey kappingarárini hevur hann myndað álopsspælið hjá Neistanum. Tað prógvaði hann aftur í gjár.
Hann og Neistin settu ferðina upp beinanvegin og stevndu móti sigrinum frá byrjan. StÍF royndi at renna aftaná, men spurningurin var hinvegin, hvussu stórur sigurin skuldi vera.