Edvard Nyholm Debess gevur út nýggja fløgu

Edvard Nyholm Debess er kendur í føroyska tónleikalívinum, har hann í nógv ár sum kontrabassleikari hevur spælt saman við - og undir hjá nógvum tónleikarum, umframt at hann áður hevur givið út tvær fløgur í egnum navni. Afturat hesum hevur hann verið virkin innan tónasmíð, og hevur skrivað til nógv ymisk høvi - tað verður seg klassiskt, sum rytmiskt.

 

Og so má man heldur ikki gloyma hansara innsats á útvarps- og sjónvarpsøkinum, sum hevur verið við til at lita føroyska fjølmiðlaheimin.

 

Men nú fer hann á ein nýggjan bógv – ein, sum hann í langa tíð hevur ynskt sær at farið. Síðan á ungum árum hevur Edvard skrivað sangir, og tað eru onkrir av hesum hann nú sum sangari borðreiðir við á nýggju fløguni »Á Leið«.

 

Sangirnir snúgva seg um lívsins viðurskiftir, sum Edvard á erligan og inniligan hátt lýsir, so einhvør man kenna seg aftur í onkrum.

 

At hjálpa sær við hesi fløguni hevur hann Finn Hansen, Rógva á Rógvu og bróðursonin Una Debess. Allir framúr tónleikarar, sum seta sín serliga dám á tónleikin hjá Edvardi. Tónleikararnir hava, saman við Johannes Lundgren í Studio

Epidemin, Göteborg, skapt eitt einfalt, vælljóðandi og erligt ljóðunivers, har orð og løg veruliga koma til sín rætt. Fløgan ber brá av nógvum ymiskum tónleiki, sum Edvard hevur fingist við gjøgnum tíðirnar, men er avgjørt øðrvísi enn tann jazzkendi tónleikurin, sum vit annars kenna Edvard fyri.

 

Eisini hevur Edvard sjálvur tikið myndirnar til húsan, sum Jóannes Lamhauge hevur snikkað til. Ein húsi, sum saman við orðum og tónleiki skapar eina heild.

 

Hesum boðar Tutl frá í dag.