Mánadagin 24. november fyllir Edvard Hjalt Nicodemussen á Sandi 60 ár. Edvard er sonur Onnu, f. Hjalt, og Klæmint Nicodemussen, Klæmint hjá Nielsi, á Sandi.
Edvard hevur siglt alt sítt lív. Fyrsta árið hann var burtur, róði hann eitt summar út í Grønlandi. Hetta hevur verið síðst í 50-unum. Eftir tað sigldi hann við Vón og við Dagsstjørnini. Hann var eisini eitt skeið á Háskúlanum í Havn.
Edvard tók skiparaprógv í 1964 og sigldi sum stýrimaður við Nornagesti hjá Thorvald Andreasen. Í 1968 fór hann á stýrimansskúla og tók prógv í 1970, og skipsføraraprógv í 1971.
Hann sigldi sum stýrimaður hjá Kosangas frá 1971 til 1983, tá hann sjálvur saman við brøðrum sínum keyptu línubátin Columbus og seinni eisini Nornagest í 1995.
Í 1976, meðan hann sigldi úti, keypti hann sær ein útróðrarbát, so róði hann út, tá hann var heima. Væl lá fyri hjá honum, hann fiskaði nógv.
Edvard er giftur við Sannu, f. Poulsen, úr Sandvík, og tey eiga børnini Anniku og Henning.