Edvard Heen nýggjur varastjóri á Tryggingini

Tryggingarfelagið Føroyar hevur í eina tíð arbeitt við at seta á stovn nýtt lívs- og pensiónstryggingarfelag fyri at kunna taka kappingina upp á hesum økinum

Í hesum sambandi eru leiðslubroytingar framdar í felagnum. Mortan Poulsen skal nú burturav arbeiða við at seta á stovn eitt nýtt lívs- og pensiónstryggingarfelag, og samstundis er Edvard Heen settur sum varastjóri í tryggingarfelagnum at byrja 1. august 2006. Tá lívs- og pensiónsfelagið er stovnað, verður Mortan Poulsen stjóri í tí felagnum.

Edvard Heen hevur fyri tíð síðani starvast sum ráðgevi hjá Tryggingarfelagnum og eisini verið nevndarlimur hjá Tryggingini í Smyril Line. Eisini hevur hann drúgvar leiðsluroyndir bæði í Føroyum og uttanlanda, og kemur nú frá einum starvi sum leiðari fyri privatøkið í Føroya Banka. Vit fegnast um at hava knýtt Edvard at felagnum, har hann við sínum leiðsluroyndum kann vera við at menna felagið, nú stórar uppgávur standa fyri framman, sigur Gunnar í Liða, forstjóri. Edvard skal taka sær av dagligu leiðsluni av tryggingarvirkseminum.

Samstundis vita vit, at stórir møguleikar eru innan lívs- og pensiónsøkið, og tí hevur felagið í eina tíð arbeitt við at seta á stovn nýtt lívs- og pensiónstryggingarfelag, sigur Gunnar í Liða, forstjóri. Mortan Poulsen hevur, áðrenn hann kom til Tryggingarfelagið, havt drúgvar royndir innan lívstryggingarøkið, har hann í 19 ár starvaðist á Føroya Lívstrygging, harav tey seinastu árini sum dagligur leiðari av felagnum, og hevur sostatt holla vitan um hetta virksemið.