- Vit høvdu viljað, at man beinan vegin eftir verkfallið hjá Pedagogfelagnum tók stig til at fáa skipað viðurskifti rundan um verkfall, so man kann tryggja tey veikastu í landinum. Men enn er einki hent, og tað er ikki nóg gott, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.
Seinasta árið hava føroyingar upplivað trý verkfall, sum av myndugleikunum hava verið rópt beinleiðis lívshættisligt. Talan er um verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum í oktober og november í fjør, hjá pedagogunum í desember í fjør og januar í ár og nú hjá ljósmøðrunum. Felags fyri hesi verkfall hava verið, at allar tríggjar ferðir hava landsins myndugleikar sagt, at lív og heilsa verður sett í vanda, og tað má fáa ein enda.
Aftaná verkfallið hjá Pedagogfelagnum varð av í byrjanini av 2018, varð lovað av millum annað Almannamálaráðnum, at nú skuldi skjøtil setast á arbeiðið at fáa skipað viðurskifti rundanum eitt verkfall. Í hesum lá, at meðan man skal virða fría samráðingarrættin hjá fakfeløgunum, so skal man eisini tryggja rættindini hjá teimum veikastu borgarunum, tá ið eitt verkfall rakar.
Tá varð tí heitt á Almannaverkið við Edvardi Heen á odda, um at gera eitt uppskot til eina tilgongd. Hetta uppskotið skuldi vísa, hvussu Føroyar sum samfelag kundi fara víðari í at menna viðurskiftini rundan um eitt verkfall, til tess at tryggja tey veikastu í samfelagnum.
Hendi einki meir
Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum sigur í dag, at tey lótu inn eitt uppskot um eina tilgongd, har man í fyrstu atløgu skuldu venda nøsini til Norra og Danmarkar og fáa gjølla kunning frá myndugleikunum har um, hvussu tey skipað síni viðurskifti. Hetta uppskot varð latið til Almannamálaráðið, men síðani varð Almannaverkið biðið um at sleppa málinum, tí Almannamálaráðið skuldi lofta bóltinum og fara víðari við tí.
- Síðani hava vit einki frætt, sigur Edvard Heen.
Tá ið verkfallið hjá Pedagogunum stóð uppá hevði Edvard Heen eitt kontroversielt uppskot frammi um, at ein nevnd skuldi setast at meta um, hvørji undantøk skuldu gevast og ikki í verkfallinum. Hetta fekk ikki undirtøku tá, men Edvard Heen vísir í dag á, at júst ein slík nevnd er at finna í fleiri londum kring okkum, og uppskotið hjá Almannaverkinum viðførdi millum annað, at man fekk innlit í, hvussu ein slík nevnd er samansett.
- Fyri okkum er tað ikki nóg gott, at einki er hent á hesum økinum. Tí er okkara uppskot framvegis, at man fer út og hyggur eftir, hvussu tey gera aðrastaðni fyri at tryggja tey veikastu í einum verkfallið. Vit mugu hava góð ráð til, hvussu man planleggur verkfall betur í framtíðini, sigur Edvard Heen.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í Almannamálum viðgongur í dag, at hóast intentiónirnar tá vóru, at man skuldi fara í holtur við at fáa skipað viðurskifti rundan um verkfall beinan vegin, uttan at gera seg inn á verkfallsrættin, so er ikki nógv hent á økinum.
- Eg og Kristina Háfoss hava havt fund um hetta stutt eftir verkfallið hjá pedagogunum, og vit hava tosað við partanar í málinum. Men vit hava ikki gjørt nakað meira enn tað, sigur Eyðgunn Samuelsen, sum eisini vísir á, at hetta er eitt mál, sum viðkemur fleiri landsstýrisfólkum.
Aftur hesaferð síggja vit eitt verkfall enda við, at politikarar lova, at nú skal okkurt henda, so at hendan støðan ikki íkemur aftur, har føroyingar verða settir í lívsvanda í verkfallsstøðu.
Les meira um hetta í Sosialinum, sum verður borðin út í allar postkassar í landinum í kvøld og í morgin.










