Nýggjur tinglimur umboðaði Sambandsflokkin í skrúðgonguni á ólavsøku. Edva Jacobsen úr Fuglafirði tekur yvir sessin hjá Jaspuri Vang, sum fyribils hevur sagt tingsessin frá sær.
Jaspur varð fyrr í ár settur í starv sum økisleiðari fyri løgregluna í Suðuroy, og hann metir tí ikki, at hann er førur fyri at røkja bæði størvini og hevur tí valt at fara úr løgtinginum.
Edva Jacobsen hevur áður havt sæti á tingið, hetta sum varalimur fyri tingfólk í farloyvi. Hon fekk á seinasta løgtingsvali 227 persónligar atkvøður.