Hon sigur, at yvirtøkuætlanir hennara fara at kosta skattgjaldarunum 9-10 mió.kr., og tann fyrsta ætlanin liggur longu á borðinum.
Í samgongskjalinum hevur Edva Jacobsen saman við restini av Sambandsflokkinum ásannað, at tað er umráðandi fyri samfelag okkara at vaksa seg til ein sjálvberandi búskap, og at neyðugt tí er at lækka ríkisveitingina.
Tíverri vil hon ikki siga okkum, hvat ætlanir hennara við hesi lækkingini av blokkinum koma at kosta skattgjaldarunum ella nær í løgmanssetuni hjá sambandsflokkinum, hon verður sett í verk.
Í miðlunum hevur Edva Jacobsen skuldsett okkum onnur fyri at hava lækkað ríkisveitingina í óðum verkum.
Roknast kann tí við, at tá Edva Jacobsen hevur yvirtikið fyri 9 - 10 mió.kr. meira enn vit gjørdu, og lækka blokkin enn meira, enn vit gjørdu, at skatgjaldarar hennara fara at halda hana gera hetta í rættiliga óðum verkum.
Serliga teir skattgjaldararnir, sum ongan skattalætta fingu frá Edvu og teimum øll tey árini, tá øll tey ríkastu sluppu hundraðtals milliónir bíligari í skatti á hvørjum ári.